Hitapumpur eru vorðnar ein framúrskarandi loysn til upphiting og køling av húsum, serliga í norðurlondum, har orkuvinarliga orkan og umhvørvisvinarliga loysnir hava stóran týdning. Í hesi vegleiðingini fært tú at vit, hvat hitapumpur eru, hvussu tær virka, og hvørjir fyrimunir og vansar tær hava.
Hvat er ein hitapumpa?
Ein hitapumpa er eitt skipan, sum nýtir orku frá umhvørvinum – luft, vatn ella jørð – til at hita ella køla eitt hús. Grundarlagið fyri hitapumpum er at flyta hita frá einum stað til eitt annað við nýtslu av lítlari nøgd av el-orku. Tær kunnu bæði hita og køla, sum ger tær til eina góða kompletta loysn til at stýra inni temperaturinum alt árið. Tó er tað sjálvdan í Føroym tað er neyðgut við køling av húsinum um summarið.

Ein skematisk tekning, ið vísir grundarlagið í funktiónini hjá eini hitapumpu, við kompressara, hitavekslara, fordampara, ekspansjónsventili og rørum markeraði.
Sløg av hitapumpum
Tað eru fleiri sløg av hitapumpum, hvørt við sínum serstøkum nýtsluøki og fyrimunum:
Luft-til-Luft hitapumpur: Hesar pumpur flyta hita millum uttandura luft og innandura luft. Tær eru lættar at seta upp og eru idealar fyri hús uttan sentrala hitaskipan. Luft-til-luft hitapumpur eru serliga væl eintar til sera smá hús ella um ein t.d. ynskjir hita í garasjuni. Men kunnu eisini brúkast til hús í longu hava oljufýr, tí hetta vil minka um oljutørvinum, og betra um inni luftina, tí hon samlar støvi í luftini við sínum filtri.
Luft-til-Vatn hitapumpur: Hesin útbúnaður flytur hita frá uttandura luft til eina vatnbaseraða skipan, sum kann brúkast til at hita radiatorar, gólvhita og heitt brúksvatn. Tær eru vælegnaðar til hús við verandi vatnbaseraðum hitaskipanum sum eisini verður kallað sentral hitaskipan. Ein Luft til Vatn hitapumpa er tann mest hóskandi loysnin til øll vanlig sethús, sum nýta oljufýr til upphiting.
Jarðhita hitapumpur: Hesir pumpur nýta tann relativt stabila hitan í jørðini til at hita ella køla eitt hús. Tær krevja uppsetan av rørum í jørðini, sum kann vera ein størri íløga, men tær eru sera orkuvinarligar. Summa staðis í føroyum hevur man uppliva at jarðhita skipanir ikke eru tær mest hóskandi, um undirlagið ikki er egnað til tað.

Ein illustratión av teimum trimum sløgunum av hitapumpum: luft-til-luft, luft-til-vatn og jarðhita.
Fyrimunir við Hitapumpum
Orkuvinarligar: Hitapumpur kunnu levera upp til fýra ferðir meira hitaorku enn tær brúka í el-orku, sum ger tær sera orkusparandi. Tær kunnu minka munandi um orkunýtsluna samanborið við siðbundnar hitaskipanir sum oljufýr.
Umhvørvisvinarligar: Av tí at hitapumpur eru krevja minni orku fyri at náa sama hitastig, sum siðbundarnar orkuskipanir og nýta varandi orku frá umhvørvinum, minka tær um tørvin á fossilum brennievnum og tí minka CO2-útlátið. Í 2030 hevur SEV eitt mál um at øll el-framleiðslan skal vera 100% grøn. Tí gerst ein hitapumpu loysn bert meira umhvørvisvinarlig tættari vit náa hesum málið.
Peningarlig sparing: Hóast uppsetanin kann vera dýr, kunnu tær leypandi sparingarnar á orkurokningini skjótt viga upp móti uppestanarkostnaðinum. Føroyar hevur tí eisini fleiri stuðlar ið hjálpa við at lækka uppestanarkostnaðin, her ímillum kan nevnast at til útgongdina av 2024 fær man 100% av MVG’num aftur av hitapumpu keypinum um man lúkir treytinar. Grønar el-prísir og um ein hevur oljufýr kan man fáa 6.000 kr. fyri burturbeining.

Hetta er eitt dømi uppá fordelingina av orkunýtslu og árligum kostnaði fyri ymsar hitaskipanir. Tó er týdningarmikið at hava í huga, at hvør húsarhald er serstakt, og forbrukið kann variera munandi frá hús til hús. Tí eigur altíð at verða gjørd ein ítøkilig meting av tí einstaka húsinum fyri at fáa eina nøktandi og nágreiniliga mynd av møguligum sparingum og útreiðslum.
Vansar við hitapumpum
Høgir uppsetanarkostnaður: Tann innleiðandi íløgan í eini hitapumpu kann vera sera høg, serliga fyri jarðhitapumpur, ið krevja umfatandi boriarbeiði.
Krevja el-orku: Hitapumpur krevja el-orku fyri at virka, sum kann vera ein vansi í økjum við høgum el-prísum ella óstøðugari el-veiting. Í føroyum er heldigvís støðgut el-veiting kring alt landið og el-prísinir eru lágir. Óvanligt er ikki at síggja eina sparing uppá 40% ella hægri á orkutørvinum, tá man skiftir til hitapumpu.
Lægri effektivitet í køldum veðri: Í sera køldum veðri kunnu hitapumpur missa effektivitetin, tí tað verður truplari at taka hita út úr umhvørvinum. Hetta kann tó ofta loystast við einum el- varmalikam í hitapumpuni. Í Føroyum hava vit golfstreymin rundt um oyggjarnar, sum ger at føroyar ikki hevur trupuleik við at hitapumpur blíva serliga óeffektivar um veturin tí miðaltemperatururin 4°C teir kaldastu dagarnar. Tó uppliva nógvir hitapumpu eigarar at um veturin, kann el-rokningin gerast serliga høg, hetta kemst sum oftast av at indstillingin av nær varmalikamið skal sláa til er sett skeivt.
Samanbering við siðbundnar hitaskipanir
Samanborið við siðbundnar hitaskipanir sum oljufýr og gassfýr, eru hitapumpur vanliga meiri orkusparandi og umhvørvisvinarligar. Meðan siðbundnar skipanir brenna brennievni fyri at framleiða hita, nýta hitapumpur natúrliga orku frá umhvørvinum. Hetta førir til lægri rakstrarkostnaðir og eina minni umhvørvisliga ávirkan.
Niðurstøða
Hitapumpur umboða eina nútíðar og burðardygga loysn fyri upphiting og køling av húsum. Tær bjóða munandi fyrimunir sum orkuvinarligheit, umhvørvisvinarligheit og langtíðar peningarligsparing, hóast byrjunarligu uppsetanarkostnaðirnir kunnu vera høgir. Við røttum viðlíkahaldi og teimum røttu treytunum kunnu hitapumpur vera ein framúrskarandi íløga fyri bæði tín fíggjarstøðu og umhvørvið.
Vilt tú hoyra enn meira, so set teg í samband við okkum her: Samband
Ella ynskjir tú eitt tilboð so útfyll frymilin niðanfyri: