TRYGDARAVTALA

Trygdaravtala til tína hitapumpu

HVAT ER EIN TRYGDARAVTALA?

Við einari trygdaravtalu frá Orkutøkni fært tú ein ómakaleys loysn til tína hitapumpu. Tá tú tegnar eina trygdaravtalu, fært tú eina røð av fyrimunum, so sum støðuga eftirlit av skipanini, garantiskipan, ókeypis umvæling og arbeiðstíð í føri av feilum á skipanini og automatiska framførslu av tí lógarásetta eftirlitinum.

OBS. trygdaravtalan til luft-/vatn hitapumpur (BRONZE, SØLV og GULD), eru bert galdandi fyri 6-19 kW skipanir frá ES. Um tænastuhald ynskist á størri skipanir / ídnaðarligar skipanir, verður tú biðin um at seta teg í samband við Orkutøkni fyri at fáa eitt tilboð.

Trygdaravtala Luft-/Luft Standard

Spyr um prís

Trygdaravtala Luft-/Vatn Bronsa

210 kr.
Pr. mánða

Trygdaravtala Luft-/Vatn Silvur

600 kr.
Pr. mánða

Trygdaravtala Luft-/Vatn Gull

Spyr um prís

ÚTVÍÐKAÐ GARANTI

Við einari trygdaravtalu frá Orkutøkni, fært tú 8 ára garanti á tína luft til vatn-hitapumpu (ikki galdandi fyri Bronze) og 5 ára garanti á tína luft til luft-hitapumpu (uttan tænastuhald hevur tú bert 2 ára reklamatiónsrætt).

ONGAR ÚTREIÐSLUR VIÐ ÚTSKIFTING AV DEFEKTUM DEILUM

Um óhappið hendir og feilur kemur á tínari hitapumpu, sum krevur eftirlit frá einum installatøri, so dekkar tín trygdaravtala útreiðslurnar hertil. Um feilurin ella defektin ikki er hent orsakað av misrøkt, so verða bæði deilinir, arbeiðsløn o.a. dekkað av tínum haldi – Tú hevur sostatt ongar útreiðslur við feilum á tínum anleggi undir allari garantitíðini.

AKUT VAKTTELEFON

Skuldi óhappið vera úti, har tú stendur við gestum til borðs ein leygarkvøld, men hitin er ikki at síggja? Við einari trygdaravtalu hevur tú atgongd til tænastu gjøgnum okkara akutta vakttelefon, allar dagar í vikuni. Vakttelefonin gevur tær møguleika at lata eini stutta boð, har ein av okkara teknikarum kannar trupulleikan við at royna at loysa hann online fyrst. Um teknikarin staðfestir at trupulleikin krevur fysiska atgongd til anleggið, verður ein teknikari sendur út til pumpuna, so tú kanst fokusera á hugnan við tínum gestum.

LÆTT AUTOMATISK GJALDING

Tá tú tekur teg upp í eina tænastuavtalu, kann hon lættliga leggjast afturat PBS.