Treytir fyri trygdaravtalu

1. Inngangur
1.1. Takk fyri áhugan fyri tænastuhaldi hjá Orkutøkni Sp/f, sum er galdandi í tríggjar mánaðir frá degnum, tá hitapumpan er uppsett. Eftir hetta tíðarskeið fellur tilboðið um tænastuhald burtur av sær sjálvum.
1.2. Eitt tænastuhald verður bindandi, tá tað er góðkent av Orkutøkni Sp/f. Fyrsta avrokning kann roknast sum váttað á haldinum.
1.3. Fyri at kunna tekna tænastuhald á luft til vatn-hitapumpur, skal eitt góðkent vatnfiltr (min. 100 my) vera uppsett.

2. Prísir
2.1. Galdandi prísir síggjast altíð á heimasíðuni hjá Orkutøkni Sp/f, ella á senda undirskrivaða tænastuhaldsavtaluni.
2.2. Avtalan verður prísbroytt árliga sambært nettoprísindeksinum hjá Danmarks Statistik.

3. Gjalding
3.1. Gjaldingarkor eru 8 dagar frá fakturadegi uttan so, at annað er avtalað skrivliga.
3.2. Um haldari ikki rindar innan seinasta gjaldsdag, og seinkingin ikki stavar frá Orkutøkni Sp/f, er Orkutøkni Sp/f heimilað sambært Renteloven at krevja eitt rykkjargjald á 100 kr. fyri hvønn rykkjara, harav ongin MVG verður roknað.
3.3. Við tekning av tænastuhaldi skal gjaldast fyri haldið roknað frá uppsetingardegi til endan av viðkomandi mánaði. Gjaldingin skal fara fram sambært okkara galdandi gjaldingarkorum.
3.4. Við útsending av fyrsta rykkjara verður tænastukonta hjá kundanum og fyrimunir sperraðir. Eftir triðja rykkjara verður tænastuhaldið strikað beinanvegin, og málið verður latið til uttanhýsis innkrevjing.

4. Tilkall í samband við steðg ella feil á hitapumpu
4.1. Okkara hald innihalda ókeypis akutt tilkall. Akutt tilkall merkir, at eingin kostnaður er fyri tilkall av tænastuteknikara, um feilur er á hitapumpuni og harvið møguligt rakstrarstop.
4.2. Eykadeilir eru dekkaðir av tænastuhaldinum. Útskifting av eykadeilum, sum ikki kann førast aftur til vanliga slit, men í staðin førast aftur til uttanhýsis umstøður, herundir manglar við el-installatiónini, óhóskandi dimensiónering av el-installatión, anleggskorrosjón, torðudslag, stíflaður brúksvatns vekslara, ella líknandi, er ikki fevnt av skipanini.
4.3. Fylgjandi arbeiði er ikki dekkað av tænastuhaldinum:
– Viðlíkahald av filtri – herundir sundurtøka/reinsan og útskifting.
– Feilur á eksternari sirkulatiónspumpu.
– Feilur orsakaður av vantandi røkt, herverk, eldsbruni, frosti, korrosjón, vatnskaða ella torðuslag.

– Tilkall í samband við óvilja at royna at endurstarta hitapumpuna eftir leiðbeiningum frá tænastuteknikara.

– Tilkall í samband við manglandi streym ella vatn á skipanini.
– Staðseting og vegleiðing av klimastýringarskipan á staðnum.
– Feilnýtsla/umbygging av klimastýringarskipan og flyting av sensorum.
– Feilur orsakaður av defektum sikringum og el-installatión.
– Feilur orsakaður av vantandi útlufting av radiatorum.
– Feilur orsakaður av vantandi viðlíkahaldi sambært framleiðarans leiðbeiningum.
4.4. Við tilkall til arbeiði ella støður, sum ikki eru fevnd av haldinum, verður arbeiðsløn og koyring roknað.

5. Tilkallingartíðir og eftirlit
5.1. Akuttelefon fyri tilkall kann nýtast 24 tímar um døgnið, allar dagar í vikuni, alt árið. Við uppkalli til akuttelefon, skal boð leggjast á telefon svararin hjá HeatSave sum Orkutøkni Sp/f samarbeiður við. Boð verða lurtað minst tvær ferðir dagliga, og síðani verður tú kontakt/ur av antin Orkutøkni Sp/f ella tænastuteknikaranum.
5.2. Luft til vatn hitapumpurnar verða hugdar eftir online av Orkutøkni Sp/f, har loggning, søga úr dátugrunni og fjarstuðul verða framd á pumpunum. Við feilum á skipanini verður haldarin kontakt/ur av Orkutøkni Sp/f antin telefoniskt ella við telduposti. Gjøgnumgongd av skipanini fer fram dagliga.

6. Ábyrgdaravmarkingar
6.1. Erstatningsábyrgd Orkutøkni Sp/f fyri manglar kann ikki vera hægri enn keyparans samlaða gjald fyri vøruna.
6.2. Orkutøkni Sp/f er ikki ábyrgd fyri óbeinleiðis tap, fylgitap, rakstrarmiss, data miss og útreiðslur til hesar at endurseta, ella tap av vinningi, sama um hetta stavar frá einfaldari ella grovari ósketni. Í tann mun seljarin verður lagdur undir ábyrgd yvir fyri triðjaparti, er keyparin skildur at halda seljaran skaðaleysan, í tann mun slíkt ábyrgd fer út um ásett mørk omanfyri.
6.3. Orkutøkni Sp/f kann ikki haldast til ábyrgd fyri “ov stórt” elforbrúk orsakað av skeivari innstilling av anlegginum.

7. Ábyrgdarfría – force majeure
7.1. Orkutøkni Sp/f hæftir ikki fyri manglandi ella seinkaða uppfyllan av sínum skyldum orsakað av umstøðum, sum liggja uttan fyri Orkutøkni Sp/f beinleiðis kontroll (til dømis, men ikki avmarkað til, verkfall, veitingar- og leveringstrupulleikar orsakað av sjúku- og virusútbrot (epidemir og pandemir), arbeiðsniðurlegging, blokering, låsing, seinking, mangulfullar ella týðandi dýrari veitingar frá undirveitarum, forðað tilførsil/levering av rávørum, hjálparvørum ella aðrar veitingar av nøktandi góðsku, eldur, náttúruviðurskifti, mangul á flutningstóli ella flutningsvanlukku, kríggj, gjaldoyraavmarkingar, avmarkingar viðvíkjandi innflutningi/útflutningi, og rakstrartrupulleikar ella -støðgan í øvrigt), og sum eru egnað til at forsinka ella forða veiting, ella sum ger uppfyllanina týðandi tyngri fyri Orkutøkni Sp/f enn væntað.

7.2. Um Orkutøkni Sp/f verður ófør at uppfylla síni skyldur heilt ella lutvíst orsakað av force majeure, verða hesar skyldur suspenderaðar, so leingi og í tann mun forðingin er galdandi.

8. Misvilíkahald
8.1. Um ein partur týðandi misvilíkahaldur sínar skyldur sambært avtaluni, hevur hin parturin rætt til at siga upp avtaluna við umgangandi virknaði. Við týandi misvilíkahald verður m.a. roknað manglandi uppfyllan av gjaldsskyldum ella hesin parturin’s undirlating av at fremja ávíst og neyðugt fyribyrgjandi tiltøk.
8.2. Við uppsøgn av tænastuhaldi fráfalla útvíðkaða garantiði á vørunum.

9. Uppsøgn
9.1. Uppsøgn av tínari trygdaravtalu kann fara fram við einum mánaða uppsagnarfreist til endan av einari haldstíð og skal gerast til Orkutøkni Sp/f á teldupost til orkutokni@orkutokni.fo.
9.2. Avtalan kann til eina og hvørja tíð sigast upp av hvørjum av pørtunum við einum mánaða uppsagnarfreist til endan av einari haldstíð.

10. Eigaraskifti
10.1. Avtalan er framvegis galdandi hóast eigara- ella búsetuskifti í tænastutíðini.
10.2. Verður ognin yvirtikin, kann nýggi eigarin vanliga ganga inn í rættindini og skyldurnar hjá avtaluni, um nýggi eigarin lýkur vanligu treytirnar fyri at verða fevndur av avtaluni.
10.3. Við eigaraskifti, skal tænastuhaldið undirskrivast av nýggjum av nýggja eigaranum.

11. Tvístøður
11.1. Tvístøður millum kundan og Orkutøkni Sp/f verða avgjørdar eftir føroyskum rætti.

12. Gildiskoma og broyting, umframt annað
12.1. Hesar treytir eru galdandi frá 16-05-2024.
12.2. Orkutøkni Sp/f er heimilað at broyta hesar treytir nær sum helst. Seinasta útgávan kann altíð finnast á http://www.orkutokni.fo.