Hitapumpur

Felags um eina grøna framtíð við hitapumpum

Hjá Orkutøkni veita vit góðsku hitapumpur og hitaloysnir til føroyska marknaðin, sum geva tær størstu møguligu orkusparingina. Vit føra luft til vatn hitapumpur frá nýskapandi svensku Energy Save og luft til luft hitapumpur frá heimsins størsta framleiðarinum, GREE. Um tú í dag hitar títt heim við olju, elhita ella fjarhita, kanst tú velja at antin supplera ella fullkomiliga avloysa tí núverandi hitaskipanina við eini sera effektivari ES luft/vatn hitapumpu. At skifta til eina hitapumpu kann føra til stórar sparingar, betri komfort, geva eyka virkisføri og trygd til títt heim ella arbeiðspláss. Við eini hitapumpu frá Orkutøkni, fært tú eitt framtíðartryggjað hitaskipan – við møguleika fyri at víðka hitaskipanina í framtíðini, um tín tørvur broytist!

Ein luft til vatn hitapumpa, veitir orkueffektiva og umhvørvisvinarliga upphiting til bústað.

Ein luft til vatn hitapumpa, veitir orkueffektiva og umhvørvisvinarliga upphiting til bústað.

Fá ein trygdaravtalu, har tú ert fullkomiliga dekkaður við garanti, tænastu og nógvum meira.

Við at nýta ein buffartanga saman við eini hitapumpu økir tú sparingina og minkar um trýstið á hitapumpuni.

Multifunktiónstangin er ein heildarloysn til tína hitaskipan sum syrgjir fyri bústaðarupphiting og heitum brúksvatn, við tilkobling av uttanhýsis hitakeldum sum t.d. ein luft til vatn hitapumpu.