YVIRLIT AV KEYPSTREYTUM, PRIVATLÍVSPOLITIKKI OG ENDURGJALDSPOLITIKKI

KEYPSTREYTIR

PRÍSIR

Allir prísirnir er í føroyskum krónum (DKK). Fyrilit verður tikið til prísbroytingar og prísvillum.

GJALD

Tú kanst gjalda við vanligastu gjaldskortunum, so sum Visa og Mastercard. Tú kanst gjalda vørurnar í handlinum ella á heimasíðuni. Á heimasíðuni, skalt tú tasta inn kortnummar, kontrolltal og nær kortið fer úr gildi. Tað er ókeypis at nýta gjaldskortið, tí vit rindað øll avgjøld.
Vit góðtaka Visa og Mastercard. Umframt er møguligt, at keypa við bankaflyting/rokning, tó er neyðugt at tú setir teg í samband við okkum.

Um avtalað verður, at keypið skal gjaldast seinni, eru stundisligar gjaldstreytir vanliga: Netto 7 dagar um ikki annað er avtalað skriftligt.

Um stundislig gjalding ikki verður hildin, verður renta roknað av ágóðanum við 2% pr. byrjaðan mánaða. Rentan verður tilskrivað fyri hvønn mánaða av tí til eina og hvørja tíð rentuverandi saldo íroknað møguligum fyrr tilskrivaðum rentum og rykkjaragjøldum.

Um stundislig gjalding ikki verður hildin verða rykkjarar sendir, og er kostnðurin hjá kundanum fyri hesar rykkjarar eru: 1. rykkjari kr. 0,00 – 2. rykkjari kr. 100,00 – 3. rykkjari kr. 200,00. Um ágóðin framvegis ikki er goldin eftir 3. rykkjarin, verður málið sent til sakførara til innheintingar.

Forútgjalding: Um kundi ynskir at keypa vøru sum ikki er goymsluvøra, krevst 1/2 í forútgjalding áðrenn vøran verður bíløgd, 1/2 áðrenn vøran verður leverað, sambært omanfyristandandi gjaldstreytum.
Útflýggjan av vøru áðrenn fulla gjalding
Um vøran verður latin til kundan áðrenn fulla gjalding, eigur Orkutøkni framvegis vøruna, inntil fulla gjaldið er móttikið. Orkutøkni hevur rætt at krevja vøruna aftur, um avtalaðu gjaldstreytir ikki verða hildnar.
 

PRIVATLÍVSPOLITIKKUR

Føroyska persónuspplýsingarlógin og tilhoyrandi kunngerðir, og The General Data Protection Regulations (GDPR), ið umfatar alt ES, hava sum endamál at verja og betra um rættindini hjá tí skrásetta. Hendan verjan umfatar verju av persónsupplýsingum, verju móti ólógligari viðgerð av persónsupplýsingum og verju móti óavmarkaðum flutningi av persónsupplýsingum millum ES-lond. Viðmerkjast skal, at GDPR umfatar ikki upplýsingar, ið longu eru almennar.

TRYGD

Vit nýta trygdarprokollina SSL, sum fjalir upplýsingarnar millum internetbrovsara (kortánara) og internetservera (handilin). Hetta merkir, at teir upplýsingar, ið verða sendir, tá goldið er við gjaldskorti, verða vardir millum tygara teldu og til okkum.

TRÚNAÐUR

Allir upplýsingar ið tú sendir til okkara eru goymdar í trúnaði. Vit nýta einans tínar upplýsingar til at senda tær vøruna og veita tær upplýsingar um vøruna. Tó, kunnu vit loyva okkum at nýta upplýsingar, sum aldur, hvar tú er frá, hesar upplýsingar verða nýttar fyri at gera eina betri og neyvari marknaðarførslu. Tú verður tó anonymir, vit nýta ikki navn í hesum sambandi. Vit víðariselja ongar upplýsingar.

SENDINGAR POLTIKKUR

Vøran verður send í Føroyum og útheiminum eftir galdandi avgreiðslu- og postgjaldi. Vøran verður vanliga latin, áðrenn 2-4 gerandisdagar eru farnir. Tó, ikki galdandi uttan fyri Føroyar. Er bílagda vøran ikki á goymslu, verður hetta fráboðað, har vit eisini greiða frá nær vøran væntandi verður aftur á goymslu.

ENDURGJALDSPOLITIKKUR

Er vøran skadd, verður viðskiftafólkið biðið um at seta seg í samband við okkum á Orkutøkni@Orkutøkni.fo

Angrar tú keypið. Kanst tú lata vøruna inn aftur innan 12 dagar. Tað kanst tú gera við at senda pakkan aftur ella koma til Hornavegur 22 í Vestmanna. Vit heita eisini á teg, um at senda ein teldupost til okkum á Orkutøkni@Orkutøkni.fo. Sendir tú pakkan, verður peningurin fluttur aftur á tína konto fyrst komandi bankadag, tá vøran er afturkomin. Tó er endurgjald treytað av at vøran ikki er skødd, opnað ella ikki í sama standi sum tá hon fór frá Orkutøkni. Umkostningarnir fyri flutningin av vøruni verður ikki afturgoldin.

STOVNA BRÚKARA

Keypir tú eina vøru frá okkum, er lættast um tú stovnar tær ein brúkara, men hetta er ikki ein treyt. Tú upplýsir neyðugu upplýsingarnar og velur tær eitt loyniorð. Hetta verður síðani goymt, og næstuferð tú keypir á nethandlinum, sleppur tú undan at seta allar upplýsinganar inn av nýggjum, tað einasta tú skal minnast er teldupost og loyniorð.

Tá tú stovnar tær ein brúkara loyvir tú eisini okkum at senda tær tíðindaskriv og lýsingar. Um tú ynskir at strika teg sum brúkara ella ikki ynskir tíðindabrøv frá okkum, sendur tú ein teldupost á Orkutøkni@Orkutøkni.fo og vit strika tín brúkara innan 14 dagar.

ÁBYRGD

Orkutøkni tekur onga ábyrgd um vøran ikki er nýtt á rættan hátt og/ella keypari/brúkari ikki hevur fylgt vegleiðingini hjá vøruni og/ella vegleiðingini frá Orkutøkni.

Viðlíkahald og eftirlit fyri hitapumpur
Fyri at varðveita garanti og reklamatiónsrætt, skal árligt eftirlit av hitapumpu gerast av Orkutøkni. Um eftirlitið ikki verður gjørt innan 12 mánaðir frá fyrra eftirliti, fellur garanti og reklamatiónsrættur burtur.

PRODUKTÁBYRGD

Orkutøkni hevur ábyrgd eftir lóg um produktábyrgd í tann mun lógin ófrávíkiligt áleggur Orkutøkni ábyrgd, og um ábyrgdin hjá Orkutøkni ikki sambært lógini kann avmarkast. Orkutøkni hevur harumframt ábyrgd fyri skaðar, sum vøran mátti verið atvoldin til í tann mun skaðin er íkomin orsakað av grovum ósketni, og ábyrgdin hjá Orkutøkni ikki lógliga kann avmarkast.

Ábyrgdin hjá Orkutøkni fyri produktábyrgd er avmarkað til í mesta lagi 1 mio kr.

Um Orkutøkni hevur ábyrgd fyri produktskaða samsvarandi omanstandandi, men um produktskaðin eisini er íkomin orsakað av mistakið hjá keypara, verður ábyrgdin býtt millum partarnar í mun til ta skuld, partarnir hvør sær hava fyri skaðanum.

Um Orkutøkni, verður fyri ábyrgd fyri produktskaða mótvegis 3. persóni, hevur keyparin skyldu at halda Orkutøkni skaðaleyst fyri ta ábyrgd, sum verður áløgd, og sum er størri enn ábyrgdin eftir treytunum í omanstandandi. Keyparin hevur skyldu at møta fyri sama rætt ella gerðarrætt, sum viðger endurgjaldskravið móti Orkutøkni frá 3. persóni í sambandi við vørur, sum Orkutøkni hevur latið 3. persóni umvegis keyparan.

Orkutøkni heftir ongantíð fyri rakstrartapi, mistum vinningi, ella øðrum óbeinleiðis tapi.

Sp/f WestClear (Partur av Orkutøkni)
Á Hjalla 14 
188 Hoyvík